Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í komandi mánað skal til EM-undankapping í Finnlandi

Kekkia, Finnland og Litava vera mótstøðuliðini, tá føroyska U19-landsliðið við gentum um ein lítlan mánað fer til EM-undankapping, sum í ár verður spæld í Vaasa í Finnlandi.

 

Pætur Smith Clementsen er venjari hjá U19-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið hava fingið landsliðsboð hesaferð.

 

Hópurin

Eyðgerð Mikkelsen, HB

Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur/B68

Jacoba K. Neshamar, Jerne IF (Danmark)

Julia Helena Dal Henriksen, HB

Rebekka Jóhannusardóttir Olsen, ÍF/Víkingur/B68

Birita Ryan, KÍ

Sanna J. F. Svarvadal, KÍ

Miriam H. Egilsdóttir, EBS/Skála

Marjun Óladóttir Danielsen, B36

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

Silja P. Augustinussen, EBS/Skála

Beinta L. Hansen, B36

Vár Miðberg, AB/B71

Bára S. Magnussen, B36

Mona Rasmusdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

Lea Lisberg, EBS/Skála

Hanna L. Jacobsen, B36

Sunnvá F. Johansen, EBS/Skála

 

Skráin

2. oktober Føroyar – Kekkia (Vaasa Stadion)

5. oktober Finnland – Føroyar (Vaasa Stadion)

8. oktober Litava – Føroyar (Seinajoki Stadion)