John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til innleiðandi EM-undankapping í Litava
Í døgunum 30. september til 9. oktober fer føroyska U19-landsliðið við gentum til Vilnius í Litava, har innleiðandi EM-undankapping er á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Írland og Ukraina eisini við í kappingini.
Fyrr í hesum mánaðinum vóru U19-genturnar í Estlandi, har tær spældu tveir venjingardystir móti estlendska U19-landsliðnum. Úrslitini gjørdust 4-1 og 1-0 til Føroyar.
John Petersen, høvuðsvenjari, og Bára Skaale Klakstein, hjálparvenjari, hava úttikið 18 spælarar til kappingina í Litava, og av teimum, eru tvær, ið spæla uttanlands.
Hópurin
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ
Rebekka E. Danielsen, Forus & Gausel IL (NOR)
Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Poula Andreasen, HB
Rúna Olsen, B68
Sara Samson Lamhauge, HB
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur
Marjun Óladóttir Danielsen, B36
Julia Noami Mortensen, HB
Sanna J. F. Svarvadal, KÍ
Eyðgerð R. Mikkelsen, B68
Rutt Hjelm Gregersen, KÍ
Sólvá S. Olsen, Brøndby IF (DEN)
Ása Stórá Carlsen, HB
Eyðbjørg Ellingsgaard, EBS/Skála
Rebekka J. Olsen, B68
Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur
Skráin
2. oktober Føroyar – Ukraina
5. oktober Írland – Føroyar
8. oktober Litava – Føroyar