Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 20. november skal spæla EM-undankapping í Danmark

Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í næstum skal til kapping í Køge í Danmark.

 

Talan er um bólk 8 í EM-undankappingini, og umframt Føroyar og Danmark, eru Frakland og Finnland eisini við í kappingini.

 

Dystirnir verða spældir 13., 16. og 19. november.

 

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til EM-undankappingina. Trettan spælarar hava sína dagligu gongd í føroyskum fótbólti, meðan fimm spæla í donskum feløgum.

 

Hópurin

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Andreas Jansson Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Jonn Johannesen, KÍ

Jóhann Hansson Joensen, B36

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Tórur Franksson Joensen, HB

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Noah Hans Mneney, Víkingur

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Dánjal Reginsson, HB

Bárður Ólavsson Jensen, B68

 

Skráin

13. november Frakland – Føroyar (kl. 14:30 dk. tíð / Køge Stadion)

16. november Danmark – Føroyar (kl. 18:00 dk. tíð / Køge Stadion)

19. november Føroyar – Finnland (kl. 14:00 dk. tíð / Frederiksberg Idrætspark)