Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti tepurt fyri Danmark í næsta dystinum í EM-undankappingini. Tað var ikki fyrr enn ein góður tími var spældur, at danir fingu hol á, og vunnu til endans 2-0

Tað skuldi ganga meir enn ein tími til danir fingu hol á, tá Danmark og Føroyar leygardagin hittust í næsta umfari í bólki H í EM-undankappingini fyri U19-landslið við dreingjum.

 

Úrslitið gjørdist 2-0 til Danmark, men tá liðini fóru til hálvleik var framvegis málleyst. Fyri donsku spælararnar var einki annað enn ein sigur eitt krav, eftir at Danmark í fyrsta dystinum í kappingini tapti heldur óvæntað fyri Finnlandi.

 

Tað var tí eitt langt og støðugt trýst á føroyska málið mestsum allan dystin. Men okkara dreingir stríddust væl, og aftur hesaferð vístu teir ein framúr vilja allastaðni á vøllinum.

 

Danmark kom á odda í 64. minutti við máli frá Ben Slimane. Sami maður var aftur upp á spæl, tá danir tólv minuttir fyri leiklok skoraðu til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

 

Fyrr á degnum vann Frakland 2-0 á Finnlandi.

 

Triðja og seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin 19. november. Á Køge Stadion møtast Danmark og Frakland, meðan Føroyar og Finnland fara at dystast á Frederiksberg Idrætspark. Báðir dystirnir byrja klokkan 14:00 danska tíð.

 

Danmark – Føroyar 2-0 (0-0)
1-0: Ben Slimane, 64′
2-0: Ben Slimane, 78′

 

FØROYAR

Peter Bergman Hansen  –  Meinhard Debes Geyti, Alexander Ó. Jensen, Børge Petersen, Noah Mneney, Tórur F. Joensen – Dánjal Reginson (Bárður Ó. Jensen, 71′), Elias El Moustage, Jonn Johannessen (L), Símun Sólheim – Leivur Guttesen (Aron Jarnskor, 71′)

 

Venjari

Jógvan Martin Olsen