Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti síðsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Írlandi. Úrslitið gjørdist eitt tepurt 2-1 tap móti Bosnia-Hersigovina

– Vit spældu umsíðir ein meira javnan dyst. Í fyrra hálvleiki vóru ikki nógvir kjansir til hvørgan av pørtunum, og í seinni hálvleiki var gongdin tann sama. Seinastu tíggju minuttirnar sendu vit Andrias Edmundsson í álopið, og hesa løtuna var um reppið, at vit skoraðu, men hepni var ikki við okkum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í innleiðandi EM-undankapping í Írland. Eftir at hava tapt 5-0 og 3-0 móti Hollandi og Írlandi, gjørdist úrslitið eitt tepurt 2-1 fyri Bosnia-Hersigovina í seinasta dystinum.

 

Tað var annars Hanus Sørensen, ið legði Føroyar á odda í 27. minutti. Hanus royndi seg við skoti úr 20 metrum, og so var 1-0 til Føroyar. Men áðrenn steðgin hevði Ajdin Hasic javnað, og lagt Bosnia-Hersigovina fram um 2-1.

 

– Vit høvdu eini tríggjar-fýra góðar støður móti endanum, men teirra málmaður stóð væl. Hetta var uttan iva okkara besti dystur í kappingini, og føroyski innsatsurin lá so avgjørt ikki eftir í dag. Tað vóru eisini nakrir troyttir dreingir, ið komu av vøllinum eftir dystin, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.

 

Í dystinum um 1. plássið í bólkinum, sum var millum Írland og Holland, bleiv úrslitið 2-1 til írsku vertirnar. Sostatt vann Írland bólkin við 9 stigum, Holland fekk 6 stig, Bosnia-Hersigovina fekk 3, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.