Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 32 spælarar í samband við fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum verður í Danmark frá 12. til 20. november

Í døgunum 12. til 20. november skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum til Danmarkar, har EM-undankapping verður á skránni. Føroyar eru í bólki 8, saman við Danmark, Finnlandi og Fraklandi.

 

Fyrireikingarnar til kappingina eru av álvara farnar í gongd. Í september var U19-liðið í Norðurírlandi, har tveir venjingardystir vóru spældir, og nú er fult fokus á EM-undankappingina.

 

Áðrenn fráferð eru sjey venjingar á skránni, og í tí sambandi hevur venjarin, Jógvan Martin Olsen úttikið ein bruttohóp, ið telur 32 spælarar. Og av teimum 32, eru seks spælarar, ið hava sína dagligu gongd í útlendskum feløgum.

 

Bruttohópurin
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Áki Hentze, B71
Dánial Danielsen, NSÍ
Meinhard D Geyti, NSÍ
Alexander Ó. Jensen, B68
Noah Hans Mneney, Víkingur
Børge Petersen, KÍ
Andrias Jansson Thomsen, B36
Ári Arge, OB (Danmark)                       
Elias El Mustage, Thisted (Danmark)
Símun Sólheim, HB
Leivur Guttensen, SønderjyskE (Danmark)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Dánjal Reginson, HB
Aron E. Jarnskor, Víkingur
Jonn Johannessen, KÍ
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Gullbrandur Øregaard, Hinna FC (Norra)
Dánjal Zuma Poulsen, Holbæk (Danmark)
Jóhann Hansson, B36
Gundur Ellingsgaard, ÍF
Bárður Ó. Jensen, B68
Dávid Lisberg, FC Suðuroy
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Kristian S. Eliasen, KÍ
Tórur Frankson, HB
Gulak Jacobsen, KÍ
Jákup R. Højgaard, NSÍ
Nikolei Johannesen, TB
Gutti Dahl Olsen, EB/Streymur
Ragnar Weihe, 07 Vestur
Jónas Warner, B36

 

Endaligi hópurin til EM-undankappingini verður úttikin 31. oktober. Hópurin fer til Danmarkar tann 10. november.

 

Skráin

13. november Frakland – Føroyar

16. november Danmark – Føroyar

19. november Føroyar – Finnland