Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður spælt hetta vikuskiftið. Lagt verður fyri fríggjadagin, tá Gentur U18 og Dreingir U21 fara á vøllin. Finalurnar verða vístar á kvf.fo

Síðani 2012 hevur Tórsvøllur verið karmur um allar steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum. Allar finalurnar eru blivnar spældar yvir eitt vikuskiftið, og ætlanin var eisini, at soleiðis skuldi verða aftur í ár. 

 

Men eftir ynski frá U15-dreingjunum hjá Víkingi, og U13-gentunum hjá 07 Vestur, eru tvær finalur longu avgreiddar.

 

Mikudagin í síðstu viku varð finalan um Cadbury steypið (Dreingir U15) spæld í Runavík, har KÍ og Víkingur møttust. Úrslitið gjørdist 4-2 til klaksvíkingar. Og farna mikudag varð finalan í steypakappingini fyri Gentur U13 spæld, tá HB vann 4-1 á 07 Vestur. Sostatt er HB fyrsta felag, ið vinnur steypakappingina fyri Gentur U13.

 

Stóra steypafinaluvikuskiftið byrjar kortini sum tað plagar, við at Gentur U18 og Dreingir U21 spæla fríggjadagin. Síðani eru fimm finalur á skránni leygardagin. Byrjað verður leygarmorgunin klokkan 10:00, og bólturin gevst ikki at rulla á Torsvølli fyrr enn umleið klokkan tíggju um kvøldið, tá finalan um Løgmanssteypið hevur verið.

 

Í ár verður tað eisini soleiðis, at allar finalurnar, undantikið Dreingir U13, verða stroymdar beinleiðis á kvf.fo. Men hyggjararnir skulu ikki snýtast fyri at síggja fyrstu finaluna um Solar steypið, sum nýggja steypakappingin hjá U13-dreingjunum eitur. Hon verður stroymd beinleiðis á fsf.fo.

 

Finalan hjá kvinnum, og finalan um Løgmanssteypið verða vístar beinleiðs í sjónvarpinum hjá Kringarpi Føroya.

 

Fríggjadagin 20. sepember
Kl. 17:30 Gentur U18 (B36 – ÍF/Víkingur/B68)
Kl. 20:00 Deingir U21 (HB – Skála)

 

Leygardagin 21. september
Kl. 10:00 Dreingir U13 (B36 – HB)
Kl. 11:30 Gentur U15 (B36 – KÍ)
Kl. 14:00 Dreingir U17 (Víkingur – HB)
Kl. 16:30 Kvinnur (HB – EBS/Skála)
Kl. 20:00 Løgmanssteypið (HB – Víkingur)