Føroyska U18-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í menningarkapping í Litava, vann stórsigur í fyrsta dystinum. Mótstøðuliðið var Lettland, og úrslitið gjørdist 6-0 til Føroyar
– Vit væntaðu ein javnan dyst, men soleiðis bleiv kortini ikki. Tað vísti seg skjótt, at okkara gentur vóru greitt omaná allan dystin, og longu í hálvleikinum var støðan 5-0 til Føroyar. Í seinna hálvleiki fingu vit eitt mál afturat, so vit kunnu ikki vera annað enn væl nøgd, sigur John Petersen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt framúr úrslitið í fyrsta dystinum, eru umstøðurnar í Litava góðar, og veðrið er eisini av tí allarbesta. Mánadagin, tá mótstøðuliðið var Lettland, vóru eini 22-24 hitastig, og nógvi hitin kom veruliga til sjóndar í seinna hálvleiki, tá orkan byrjaði at ganga undan. Alíkavæl høvdu okkara gentur fult tamarhald á alla tíðina.

– Eg eri eitt sindur yvirraskaður av, at vit vóru so nógv betri enn tær lettisku. Men eitt er at vera betri – eitt annað er at útføra arbeiðið. Okkara vóru øgiliga ágangandi og ágrýtnar, og hetta gjørdi, at vit vunnu okkum so stóra leikliga yvirvág. So øll eru glað, sigur John Petersen úr Litava.

Føroysku málskjúttarnir í 6-0 sigrinum á Lettlandi vóru Durita Hummeland, Evy á Lakjuni og Hjørdis Rasmusdóttir, ið allar gjørdu tvey mál í part.