Úrslitið hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, ið farnu vikuna hevur tikið lut í árligu NM-kappingini, tapti heili 6-0 í seinasta dystinum, sum var móti Íslandi

Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, ið hesa seinastu vikuna hevur tikið lut í árligu NM-kappingini, sum í ár hevur verið á Fyn í Danmark.

 

Í allar fyrsta dystinum taptu okkara dreingir 5-0 fyri Norra, og síðani vóra tað norðurírar, ið sendu føroyska liðið av vøllinum við ongum. Norðurírland vann 2-0.

 

Triðji dysturin var ímóti Íslandi, og heldur ikki tá var eydnan við føroyska liðnum. Ísland vann 6-0, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.

 

– Nei, hetta var ikki akkurát tað, sum vit høvdu væntað. Men hinvegin, so er nógv, ið vit kunnu taka við okkum frá hesari kappingini. Vit skulu millum annað vera meir avgjørdir í verjustøðu, og neyvari í álopinum. Tí vit spæla væl, og tað hongur væl saman, men vit eru ikki nóg klárir í avgerandi støðum, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsta uppgáva hjá føroyska U17-liðnum verður um mánaðarskifti september-oktober, tá EM-undankapping er á skránni í Svøríki. Í hesum sambandi kann nevnast, at til EM-undankappingina eru Føroyar í bólki saman við Svøríki og Danmark, sum bæði endaðu í finaluni í NM-kappingini, ið danir annars vunnu 3-2.