Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Makedónia. Vertslandið vann 4-0

– Eitt sindur skuffandi úrtøka í hesari kappingini. Men mest umráðandi eru alíkavæl tær royndir, sum okkara spælarar hava fingið við sær víðari í fótbóltsskjáttuni, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum síðsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum hesar seinastu dagar hevur verið í makedónska høvuðsstaðnum, Skopje.

 

Eftir at hava tapt tvær ferðir 6-0 fyri Ísrael og Spania, fóru føroysku spælararnir eisini av vøllinum við ongum, tá dysturin móti Makedónia var liðugur. Úrslitið gjørdist 4-0 til makedónar, sum vóru á odda við tveimum í hálvleikinum.

 

– Hetta var ein rímuliga javnur dystur, har Makedónia var við yvirlutan í fyrra hálvleiki. Kortini megna vit at skapa onkrar stórar kjansir áðrenn steðgin, sum vit tíverri ikki gagnnýta.

 

– Í seinna hálvleiki sat føroyska liðið a meginpartin av spælinum, og vit hildu fram við at skapa stórar kjansir. Men sum ikki einaferð, so eru vit ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Tá vit so fáa ein mann útvístan, mistu vit takið á dystinum, og so er ikki lætt at vinna dystir, sigur Pætur Clementsen.

 

Í dystinum um 1. plássið í bólkinum gjørdu spaniólar bart og vunnu 3-0 á Ísrael. Spania fekk 9 stig, Ísrael 6, Mekadónia fekk 3 stig, meðan Føroyar endaði aftast við ongum stigi.

 

 

Pætur Smith Clementsen, U17-landsliðsvenjari – Mynd: www.fsf.fo