Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti 5-0 fyri Norra í fyrsta dystinum í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Danmark
– Seinastu løtuna løgdu vit nógv fyri, fyri at koma inn aftur í dystin. Men royndin miseydnaðist, og í staðin skoraðu norðmenn trý mál í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftur at vanligu leiktíðini. So tapið gjørdist óneyðuga stórt, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjarin, við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska U17-landsliðið við driengjum, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM-kappingini, sum í ár er á Fyn í Danmark, tapti 5-0 fyri Norra í fyrsta dystinum.
Í steðginum stóð annars á jøvnum 0-0, og fyrstu trý korterini var talan eisini um ein javnan dyst. Føroyska liðið spældi seg til nakrar góðar støður, men tíverri spurdist ikki meir burtur úr.
Beint eftir hvíldina kom Norra á odda, og tá 75 minuttir vóru spældir gjørdist støðan 2-0. Føroyska liðið legði síðani nógv fyri, fyri at fáa mál og spenning í dystin aftur. Men beint sum vanligan leiktíðin var farin, fóru norðmenn í skjótálop, og so gjørdist støðan 3-0. Og seinastu tríggjar-fýra minuttirnar skoraði Norra tvey mál aftur at, og vann til endans 5-0.
– Vit mistu tamarhaldið seinastu minuttirnar, og tað eru vit sjálvandi øgiliga keddir um. Tí so stórur var munurin ikki. Men vit mugu bara reisa okkum og hyggja fram ímóti næsta dysti, sum verður mikudagin móti Norðurírlandi. Vit hava møtt teimum fyrr, og tá hevur mangan verið talan um javnar dystir, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.
FØROYAR: 12. Fayo Kruse, 2. Bergur Poulsen, 3. Martin Agnarsson, 4. Elias Rausborg, 5. Samuel J. Chukwudi, 6. Heini Sørensen, 8. Emil Weihe Joensen, 11. Olaf Bárason, 14. Áki Samuelsen, 16. Mattias Weihe Joensen og 9. Jørgin Nielsen.
Í seinna hálvleiki komu hesir á vøllin: Poul Kalsberg, Suni Hansen, Jonathan Lassensen, Brian Slyne, Pætur Sørensen og Dávid Matras.