Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti stórt í fyrsta dystinum í innleiðandi EM-undankappingini. Úrslitið gjørdist 6-0 til Ísrael, sum skoraði øll málini seinastu 21 minuttirnar

U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum spælir innleiðandi EM-undakapping í Makedónia, fekk eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingina. Fyrsti dystur var móti Ísrael, og úrslitið gjørdist heili 6-0 til ísraelar.

 

Tað sá annars leingi út til at lðini fóru at fáa hvør sítt stig, men tá spældir vóru 69 minuttir fekk Ísrael hol á, og so skrædnaði av álvara.

 

Hini bæði londini í bólkinum eru Makedónia og Spania, og har gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til spaniólar. Avgerðin fall ikki fyrr enn fimm minuttir vóru spældir av tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat.

 

Næsta umfar í kappingini verður týsdagin, og tá er føroyska mótstøðuliðið Spania.