Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi framúr fótbólt móti Svøríki, og at tað ikki rakk til minst eitt stig, var bara svart óhepni. Úrslitið gjørdist 2-0 til sviar

Seinnapartin mánadagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum næsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Svøríki.

 

Fríggjadagin tapti føroyska liðið fyri Danmark, og mánadagin vóru tað sviar, ið sendu okkara av vøllinum við ongum. Úrslitið gjørdist 2-0 til Svøríki, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum.

 

Fyrra málið kom eftir gott langskot, meðan seinna málið kom, eftir at ein svii tók hondina til hjálpar. Men dómarin sá ikki støðuna, og so var Svøríki á odda við tveimum.

 

– Vit spældu væl, og skaptu eisini fleiri málmøguleikar og góðar støður. Men bólturin vildi ikki inn. Í staðin fekk Svøríki tvey mál, sum bæði komu eftir mistøk frá okkum. Í seinna hálvleiki høvdu vit eisini nógv spæl, og svenskararnir vóru rárir gestir á føroysku hálvuni.

 

– Hóast hetta endaði við enn einum tapi, so eri eg errin av avrikinum frá okkara dreingjum. Stóran part av dystinum vóru vit greitt omaná, so eg haldi at vit leikliga væl og virðiliga reistu okkum í mun til seinasta dyst, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini varð spældur mánadagin, vann Danmark 6-1 á Litava. Seinasta umfar í kappingini verður avgreitt hósdagin. Tá møtast Litava og Føroyar, og Danmark og Svøríki.