Øssur Hansen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U17-landsliðið við gentum, sum í næstum skal til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi
Í døgunum 5. til 12. mai fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Hvítarussland, har UEFA menningarkapping verður á skránni.
Umframt at spæla ímóti Hvítarusslandi, skulu føroysku genturnar eisini royna seg móti Aserbadjan og Kasakstan.
Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru úttiknar til kappingina.
Hópurin
Fridrikka Maria Clementsen, AB/B71
Judith Eilersdóttir Rasmussen, AB/B71
Eyðbjørg Reynslág, AB/B71
Rakul Berg í Soylu, AB/B71
Jasmin D. Mittún, B36
Birita P. Rasmussen, B36
Jórunn G. Justinussen, B36
Hanna Dahl Hansen, B36
Ester Ellingsgaard, HB
Sunniva Willemoes, HB
Sára P. á Líðarenda, Víkingur
Karin G. Áslaksdóttir, Víkingur
Bergljót Hansen, Víkingur
Nancy Einarson, TB
Jenny R. Petersen, ÍF
Kristina Nattestad, 07 Vestur
Malena Olsen, KÍ
Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (DAN)