Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari hjá dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í hesum mánaðinum fer til UEFA menningarkapping í Estlandi

Í døgunum 21. til 26. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Estland, har UEFA menningarkapping er á skránni.

 

Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Liktinstein eisini við í kappingini.

 

Áki Johansen er venjari hjá U17-liðnum, og hann hevur nú, saman við hjálparvenjaranum, Jens Kristiani Hansen, sett navn á teir 18 spælararnar, ið hava fingið landsliðsboð til kappingina í Estlandi. Av teimum eru tríggir, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

 

Hópurin

Olaf Bárðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Dávid Matras, KÍ

Jens Mortan Samson, KÍ

Mortan Rasmussen, KÍ

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Eyðbjørn Østergaard, B36

Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)

Samuel Chukwudi, HB

Elias Rausborg, Hvidovre (DAN)

Suni Hansen, NSÍ

Jørgin Nielsen, NSÍ

Bogi Hentze, B71

Poul Kallsberg, Skála

 

Skráin

22. apríl Føroyar – Litava

24. apríl Estland – Føroyar

26. apríl Liktinstein – Føroyar

 

Frá 3. til 10. august verður árliga NM-kappingin á skránni, sum í ár er í Danmark, og um mánaðarskifti september-oktober skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Svøríki.