Áki Johansen hevur úttikið U17-landsliðið við dreingjum, sum seinni í hesum mánaðinum skal til innleiðandi EM-undankapping í Makedónia

Í døgunum 18. til 27. oktober skal U17-landsliðið við dreingjum til innleiðandi EM-undankapping í Makedónia. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Ísrael og Spania eisini við í kappingini.

 

Í summar tók U17-landsliðið lut í Norðurlandameistarakappingini, ið Føroyar vóru vertur fyri. Áki Johansen hevði stutt frammanundan tikið við starvinum sum venjari, og sæð í ljósinum av hesum, er hann væl nøgdur við avrikið hjá dreingjunum, sum endaðu nummar seks av teimum átta luttakandi londunum í NM-kappingini.

 

– Eg minnist, at eg bleiv spurdur fyri tveimum árum síðani, tá vit fóru avstað til undankappingina, um vit ætlaðu okkum víðari, og tá var eg eitt sindur djarvur og svaraði ja. Og vit gjørdu tað tá. Vit skulu tora at droyma, men vit skulu ikki bara droyma. Vit skulu trúgva upp á, at tað kann gerast veruleiki.
 

– Spania verður tann stóra avbjóðingin í hesum bólkinum. Tað hava vit roynt fyrr, og tað gekst okkum ikki so væl. Hinvegin, um dreingirnir endiliga skulu tapa onkran fótbóltsdyst – og tað koma teir altíð at gera innímillum – so er tað nógv stuttligari at tapa móti einum ordiliga góðum liði, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin

Ari Petersen, 07 Vestur

Noah Hans Mneney, ÍF

Tórur Franksson Joensen, HB

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

Ári Arge, HB

Jónas J. Warner, B36

Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Olaf K. Hansen, KÍ

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

Ási Pálsson Dam, HB

Kristian Krog Hentze, B36

Dánial Danielsen, NSÍ

Gilli Róason, HB

Meinhard F. Janusarson, NSÍ

Ingolf Tvørfoss, Víkingur

Børge Petersen, KÍ

Jóel H. Jacobsen, NSÍ

Bergur J. Poulsen, Víkingur

 

Skráin

20. okt. Ísrael – Føroyar

23. okt. Spania – Føroyar

26. okt. Føroyar – Makedónia