Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í NM-kappingini í Danmark. Hesaferð var tað Norðurírland, ið fór avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 2-0 til norðurírar

– Vit eru væl við í øllum dystinum, og um hugt verður eftir hagtølunum, so eru vit eisini betri enn teir á fleiri økjum. Men stóri munurin er, at teir revsa okkum beinanvegin, tá vit gera feilir, meðan vit ikki eru eins avgjørdir, tá vit koma í vandamiklar støður, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.

 

Seint seinnapartin hósdagin slapp føroyska U17-landsliðið við dreingjum umsíðir á vøllin aftur, tá næsti dystur í NM-kappingini var á skránni. Dysturin móti Norðurírlandi skuldi upprunaliga verði spældur á middegi mikudagin, men orsaka ógvusligum toruslátturi á Fyn í Danmark, varð dysturin útsettur til á middegi hósdagin. Men veðrið má sær sjálvum ráða, og ikki fyrr enn klokkan fimm seinnapartin varð floytað í gongd.

 

Talan bleiv um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru norðurírar stinnari, og vunnu til endans 2-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

 

– Kenslan aftaná dystin var lík henni, tá vit fyrr í ár spældu móti Estlandi og Litava í menningarkappingini. Vit eru væl við, spæla væl og koma fram til fleiri góðar kjansir. Vit hava so stórar málmøguleikar, at vit ein vanligan dag fáa fleiri mál. Men vit fáa ikki bóltin í málið, og tí er tað eyka harmuligt og spell, tí hesir dreingirnir hava veruliga uppiborið betri.

 

– Fyrireikingarnar til dystin verða sjálvandi eisini nógv ávirkaðar av, at dysturin verður útsettur tvær ferðir. Okkara spælarar fyrireika seg mentalt og fysiskt, men sleppa so ikki á vøllin. Og tað órógvar sjálvandi. Men hetta skal tó ikki vera nøkur umbering, tí trygdin hjá spælarunum hevur altíð fyrstu og hægstu raðfesting, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Triðji og seinasti dysturin í NM-kappingini 2019 hjá føroyska liðnum verður leygardagin klokkan 10:30, tá Føroyar og Ísland møtast í Nørre Aaby.