FSF eru í hesum døgum vertir fyri bólki 5 í EM-undankappingini fyri Gentur U17. Sunnudagin var 2. umfar á skránni. Norra vann 5-0 á Aserbadjan, og Slovenia vann 4-0 á Føroyum

Sunnudagin varð 2. umfar í bólki 5 í EM-undankappingini fyri Gentur U17 á skránni. Klokkan 13:00 fóru Norra og Aserbadjan á vøllin, og longu í fyrra hálvleiki settu norsku genturnar alt upp á pláss. Norra vann 5-0, sum eisini var støðan í steðginum.

 

Seinni dysturin var millum Slovenia og Føroyar, og har gjørdist úrslitið 4-0 til slovenar. Í hálvleikinum var Slovenia á odda við tveimum.

 

– Vit eru sjálvandi ikki nøgd við at tapa, men hetta kennist alíkavæl sum ein lítil uppreisn, í mun til dystin móti Norra. Eg eri ótrúliga væl nøgdur við innsatsin frá okkara gentum, sum veruliga offraðu seg fyri hvørja aðra.

 

– Nú fara vit eftir sigrinum móti Aserbadjan. Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, men vit trúgva upp á, at tað ber til, sigur Øssur Hansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Síðstu dystirnir verða spældir mikudagin klokkan 13:00. Á Ovara vølli í Gundadali hittast Norra og Slovenia, og á Tórsvølli taka okkara gentur ímóti Aserbadjan.