U17-genturnar fingu av álvara oyruni í maskinuna í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Føroyum. Føroyska liðið tapti heili 12-0 fyri Norra

Fyrr í hesum mánaðinum vann norska A-landsliðið við kvinnum stórsigur á Tórsvølli, tá tær vunnu 13-0 ímóti Føroyum.

 

Og hósdagin vóru so norsku U17-genturnar á vitjan, og heldur ikki tær lótu nakran iva verða um, at tær vildu vinna stórt – og soleiðis bleiv eisini. Úrslitið hesaferð gjørdist 12-0 til Norra, sum var á odda 6-0 í hálvleikinum.

 

Fyrr um dagin spældu Aserbadjan og Slovenia fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum verður spæld í Føroyum í hesum døgum. Slovensku genturnar vóru munandi betri, og vunnu til endans 6-0.

 

Annað umfar í kappingini verður spælt sunnudagin. Klokkan 13:00 fara Aserbadjan og Norra á vøllin, og klokkan 17:30 møtast Føroyar og Slovenia. Báðir dystirnir vera á Tórsvølli.