Judith Eilersdóttir Rasmussen skoraði føroyska sigursmálið ímóti Aserbadjan, og harvið endaðu Føroyar nummar 3 í EM-undankappingini
Farnu dagarnar hevur FSF verið vertur fyri bólki 5 í EM-undankappingini fyri Gentur U17. Seinastu dystirnir vórðu spældir á middegi mikudagin. Á Ovara vølli í Gundadali dystaðust Norra og Slovenia, og á Tórsvølli var dystur ímillum Føroyar og Aserbadjan.
Og meðan Norra vann 5-0 á Slovenia, sendu føroysku genturnar Aserbadjan av vøllinum við ongum. Føroyar vunnu 1-0 við málið frá Judith Eilersdóttir Rasmussen.
Tá eitt gott korter var eftir at spæla, fingu Føroyar horna í høgru. Fridrikka Clementsen sendi væl inn fyri, og har kom Judith Eilersdóttir at standa væl fyri. Unga argjagentan smekkaði til, og bólturin brast í aserbadjanska netið.
Seinastu løtuna legði Aserbadjan eitt stórt trýst á føroyska málið, men verjan, við Biritu Rasmussen og Sunnivá Dahl Christiansen á odda, fingu vart væl fyri, og veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð.
Føroysku genturnar stríddust av álvara, og sigurin var eisini fult uppiborin. Rómurin var tí ovurhonds stórur tá dómarin, Yelena Jermolajeva úr Lettlandi bríkslaði fyri síðstu ferð.
Norra vann bólkin við fullum stigatali. Slovenia gjørdist nummar 2 við seks stigum, og Føroyar endaðu á 3. plássi við trimum stigum. Aserbadjan endaði aftast við ongum stigi.
Sigurin á Aserbadjan var samstundis seinasti dysturin hjá Øssuri Hansen sum venjari hjá U17-landsliðnum við gentum – Mynd: Bjarni Enghamar
Judith Eilersdóttir Rasmussen hevur júst lagt Føroyar á odda 1-0 móti Aserbadjan – Mynd: Bjarni Enghamar