Lutakast um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-landslið við dreingjum hevur verið. Føroyar komu í bólk 4, saman við Svøríki, Danmark og Litava

– Vit vita, at Svøríki og Danmark nærum altíð hava sterk U17-landslið. Tey spæla seg regluliga til endaspælið, so hetta verður enn ein spennandi avbjóðing hjá okkum. Hinvegin, so kunnu vit fyrireika okkum betri enn vanligt, tí vit kenna hesi londini væl, og spæla javnan móti teimum í NM-kappingini, sigur føroyski U17-landsliðsvenjarin, Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hósmorgunin var lutakast um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-landslið við dreingjum. Føroyar komu í bólk 4, saman við Svøríki, Danmark og Litava. Kappingin verður í Svøríki frá 26. september til 4. oktober komandi ár.

 

– Litava er helst eitt lið, sum vit kunnu sammeta okkum við, men sum vit skulu vinna á, um vit skulu spæla okkum víðari til Elite Round. So sensatiónin skal koma móti dønum ella svium – helst báðum, sigur Áki Johansen.