Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Svøríki. Føroyar taptu 6-1 fyri Danmark

Tað bleiv ikki akkurát tann byrjanin, ið vit høvdu vónað, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum seinnapartin fríggjadagin spældi fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Svøríki.

 

Føroyar taptu 6-1 fyri Danmark, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum. Føroyska málið skoraði Poul Kallsberg, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði um munin til 4-1.

 

– Hetta er eitt av bestu liðum, sum vit hava møtt, meðan eg havi verið landsliðsvenjari. Og danir siga sjálvir, at hetta er teirra besti U17-árgangur seinastu 20 árini. Úrslitið var als ikki nøktandi fyri okkum, men eg eri nøgdur við innsatsin frá okkara spælarum, sum arbeiddu hart og nógv allan dystin.

 

– Tað er eisini stórt spell, at vit ikki skora upp á okkara møguleikar, tí so hevði sæð nógv betri út á máltalvuni. Um vit skulu fáa eitt betri úrslit móti Svøríki, so skulu vit duga betri at útnytta støðurnar, tá vit hava bóltin, sigur Áki Johansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hin dysturin í bólkinum var millum Svøríki og Litava, og har gjørdist úrslitið 4-2 til sviar. Mánadagin spæla Føroyar og Svøríki.