Sunnudagin spældu U16-dreingirnir seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Bangladesj. Og við tveimum málum frá Jóhann Højbro, vunnu Føroyar 2-0 á Kambodja

– Vit eru sjálvandi sera fegnir um at vinna seinasta dystin, sum samstundis tryggjaði okkum 2. plássið í kappingini. Men vit iðra okkum eisini eitt sindur um, at vit ikki fingu meira burtur úr ímóti Bangladesj.

 

– Annars hevur hetta verið ein fantastisk vika, í einum øðrvísi umhvørvi. Avrikið hjá hesum ungu monnunum hevur verið framúr, og allan túrin hava teir verið fyrimyndarligir. Vit hava lært nógv, og tað hevur verið ótrúliga spennandi. Nú gleða vit okkum til eina drúgva heimaferð, sigur venjarin, Áki Johansen, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Seinastu vikuna hevur føroyska U16-landsliðið við dreingjum tikið lut í UEFA meningarkapping í Dhaka í Bangladesj. Umframt vertslandið og Føroyar, hava Maldivoyggjarnar og Kambodja eisini verið við í kappingini.

 

Seinasti dysturin varð spældur sunnudagin, og við tveimum málum frá Jóhann Højbro seint í dystinum, vunnu Føroyar 2-0 á Kambodja.

 

Í fyrsta umfari vunnu okkara dreingir 10-3 á Maldivoyggjunum, meðan tað í næsta umfari gjørdist til eitt 3-1 tap fyri Bangladesj, sum vann kappingina.

 

Føroyska ferðalagið verður heima aftur seinnapartin mánadagin.