U16-dreingirnir taptu næsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bangladesj. Vertslandið vann 3-1. Føroyska málið skoraði Mourits Bisgaard
Eftir at hava vunnið 10-3 á Maldivoyggjunum, skuldi føroyska U16-landsliðið við dreingjum fríggjadagin royna seg ímóti Bangladesj, sum í hesum døgum eru vertuir fyri einari UEFA menningarkapping. Luttakandi londini eru Føroyar, Bangladesj, Maldivoyggjarnar og Kambodja.
Og meðan tað gjørdist til stórsigur í fyrsta dystinum, máttu okkara dreingir tómhentir av vøllinum, tá annað umfar í kappingini var spælt. Bangladesj, sum í sínum fyrsta dysti vann 2-0 á Kambodja, sendi føroyska liðið av vøllinum við einum 3-1 tapi.
Í steðginum var 1-0 til vertirnar, men nakað inn í seinna hálvleik javbaði Mourits Bisgaard fyri Føroyar. Javnleikurin helt sær tó ikki lengi. Fáar minuttir eftir útjavnandi málið skoraði Bangladesj til 2-1, og tá fáair minuttir vóru eftir slerdu bangladesjbúgvarnir 3-1 sigurin fastan.
Sunnudagin klokkan 16:00 lokala tíð í Dhaka, tað er klokkan 11:00 føroyska tíð, spæla Føroyar og Kambodja. Føroyska ferðalagið kemur heim aftur mánadagin.
Hesir byrjaðu á vøllinum móti Bangladesj: Hans Jákup Arngrímsson, Mourits Mohr Bisgaard, Jákup N. Vilhelmsen, Jákup Andrias Thomsen, Áki Samuelsen, Rani W. Sørensen, Sverri Mariusarson, Elias Isaksen, Rógvi E. Jacobsen, Rói W. Fossabrúgv og Silas Ó. Gaard.
Eykaspælarar: Fayo Kruse, Jóhann J. Højbro, Sigurð J. Rasmussen, Ejvind R. Mouritsen, Hjarnar J. Johansen, Heini F. Sørensen og Tóki H. á Lógv.
Venjarar: Áki Johansen og Jens Kristian Hansen