Føroyska U15-landsliðið við dreingjum vann eisini seinna venjingardystin móti Liktinstein. Úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar. Hjarnar Johansen, Óli Mittún og Rani W. Sørensen gjørdu føroysku málini

– Okkara vóru betri, og báðir sigrarnir vóru fult uppibornir. So eg eri sera væl nøgdir við tað, sum hesir ungu dreingir hava víst seinastu dagarnar, sigur U15-landsliðsvenjarin, Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum hevur síðstu dagarnar verið í Liktinstein, har tveir venjingardystir hava verið á skránni. Hósdagin vunnu Føroyar 4-3, og leygardagin vóru okkara dreingir aftur omaná. Tá gjørdist úrslitið 3-1 til Føroyar.

 

Hjarnar Johansen, Óli Mittún og Rani W. Sørensen gjørdu føroysku málini.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í seinna venjingardystinum móti Liktinstein – Mynd: www.fsf.fo

 

F.v.: Egil á Bø, hjálparvenjari, Hanus Eliasen, fysioterapeut, Ovi Brim, liðleiðari, Øssur Hansen, høvuðsvenjari, og Niclas Davidsen, ferðaleiðari – Mynd: www.fsf.fo