U15-landsliðið við dreingjum tapti 2-1 í fyrsta dystinum í EfB Spar Nord Elite Cup 2019. Hanus Højgaard skoraði føroyska málið

Týsdagin fór føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Danmarkar, har teir hesar dagarnar taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup 2019, sum er í Esbjerg.

 

Fyrsti dysturin var ímóti Esbjerg fB, og úrslitið gjørdist 2-1 til donsku vertirnar. Føroyska málið skoraði Hanus Højgaard, tá hann javnaði til 1-1.

 

Hósdagin eru tveir dystir á skránni. Klokkan 10:40 (danska tíð) spælir føroyska liðið ímóti AC Horsens, og klokkan 16:30 (danska tíð) er mótstøðuliðið B93.

 

Skráin

Mikudagin 29. mai

Esbjerg fB – Føroyar 2-1

 

Hósdagin 30. mai

AC Horsens – Føroyar (kl. 10:40)

Føroyar – B93 (kl. 16:30)

 

Fríggjadagin 31. mai

Føroyar – HIK (kl. 10:40)

 

Leygardagin 1. juni eru kvalifiseringsdystir á skránni.

 

Hanus Højgaard skoraði føroyska málið ímóti Esbjerg fB – Mynd: www.FSF.fo