Føroyska U15-landsliðið við gentum tapti næsta dystin í Baltic Cup 2019. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til Estland

– Til hendan dystin avgjørdi vit at halda fast í okkara spæliætlan, har tað eru vit, ið eru spælstýrandi. Og sjálvt um vit møttu einum sera sterkum liði, so eydnaðist okkara ætlan væl, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska U15-landsliðið við gentum tekur í hesum døgum lut í Baltic Cup 2019. Luttakandi londini eru Estland, Lettland, Litava og Føroyar.

 

Í fyrsta dystinum, sum var hósdagin, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2 móti Litava. Fríggjadagin var Estland mótstøðuliðið, og tá gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til estlendsku genturnar. Málið skoraðu tær stutt fyri hálvleik.

 

– Genturnar megnaðu at spæla við høgari leikferð, og vit komu eisini fram til fleiri góðar støður. Tíverri gav tað ikki mál, men eg eri væl nøgdur við avrikið hjá okkara gentum, sigur Pauli Poulsen.

 

Triðja og seinasta umfar í Baltic Cup 2019 verður sunnudagin. Tá skulu okkara gentur spæla ímóti vertstjóðini, Lettland.

 

Mynd: Kristmund Johannessen