Týsdagin fór føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Esbjerg í Danmark, har EfB Spar Nord Elite Cup 2019 er á skránni næstu dagarnar

Esbjerg fB, AC Horsens, B93 og HIK vera mótstøðuliðini, tá U15-landsliðið við dreingjum næstu dagarnar fer at taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup 2019, sum verður spælt í Esbjerg í Danmark.

 

Kappingin er samstundis fyrireikig til UEFA menningarkappingina, sum verður í heyst, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Írlandi, Luksemborg og Kosovo.

 

– Endamálið við kappingini í Danmark er fyrst og fremst at fáa spælt liðið saman, bæði í verjustøðu og í framrættaða spælinum, sigur Jan Mølvad Laursen, ið er venjari hjá U15-dreingjunum, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Skráin

Mikudagin 29. mai

Esbjerg fB – Føroyar (kl. 18:00)

 

Hósdagin 30. mai

AC Horsens – Føroyar (kl. 10:40)

Føroyar – B93 (kl. 16:30)

 

Fríggjadagin 31. mai

Føroyar – HIK (kl. 10:40)

 

Leygardagin 1. juni eru kvalifiseringsdystir á skránni.

 

Hópurin

Jón Petur M. Thomsen, NSÍ
Emil Elmelund Hansen, HB
Ólavur J. Poulsen, Víkingur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Markus á Lakjuni, ÍF
Suni Herman J. Petersen, B71
Hanus Højgaard, B68
Óli Mittún, FC Hoyvík
Jákup Nesá, B68
Thomas Bjørn S. Miezan, HB
Olivur Renéson Thomsen, TB
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Marius Árting Allansson, B36
Ári Arnason, AB
Høgni Heinason, FC Hoyvík
Carl Mikkelsen, B36
Tobias Elmelund Hansen, HB

 

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur sunnudagin 2. juni.