U15-landsliðið við dreingjum, sum hevur verið á venjingarlegu í Íslandi um vikuskiftið, tapti báðar dystirnar ímóti íslendska U15-landsliðnum. Stóra avbjóðingin hjá okkara dreingjum, var at spæla á heilum vølli
Um vikuskiftið hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum verið á venjingarlegu í Íslandi. Umframt venjingar, vóru eisini tveir dystir ímóti íslendska U15-landsliðnum á skránni. Fríggjakvøldið varð spælt í Egilshøllini í Reykjavík, og tá gjørdist úrslitið 5-1 til Ísland. Føroyska málið skoraði Kristin Jansson.
Sunnudagin hittust liðini aftur, og tá bleiv spælt í Akraneshøllini. Umvegis trý brotsspørk í fyrra hálvleiki, var støðan 3-0 til Ísland í steðginum, og tá dómarin floytaði av, stóð 7-0 til heimaliðið á máltalvuni. Føroyska liðið fekk eisini møguleikan úr ellivu metrum, men tá vildi bólturin ikki í málið.
– Leikhátturin hjá okkum var, at vit skuldu tora at spæla bóltin, eisini tá vit blíva trýstir. Í heimligu kappingini er tað ikki vanligt fyri fleiri av okkara spælarum, at koma undir so stórt trýst, og tað er tí sera mennandi fyri teir, at spæla tílikar dystir.
– Hóast tvey stórtap, so spæla vit okkum eisini fram til onkrar góðar málmøguleikar, men eru tíverri ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Størsta avbjóðingin í hesum dystunum er, at vit spæla á heilum vølli, og tað eru flestu av hesum dreingjunum ikki vanir við, sigur Øssur Hansen, U15-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin mánadagin.
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í seinna dystinum móti Íslandi – Mynd: Hans Karl Højgaard