Gott og væl hálvthundrað høvuðsungdómsvenjarar og U11-venjarar tóku lut á áhugaverdum tiltakið, sum FSF skipaði fyri á Svangaskarði mikudagin

——————

– Sjálvandi er ynskiligt, at øll – bæði børn, ung og vaksin – fáa so góðar venjingar sum tilber. Men tað er ikki uttan orsøk, at tey millum 9 og 12 ár verða kallað fyri gull-aldurin. Gransking vísir, at tað er í hesum aldurinum at tey eru mest móttakilig.

– Tað er tískil við tí fyri eyga, at vit hesaferð hava sett U11-aldursbólkin á breddan, og at tey alla tíðina kunnu fáa so góðar og væl skipaðar venjingar úti í feløgunum sum yvirhøvur tilber, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Farna mikudag skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri áhugaverdum tiltakið á Svangaskarði á Toftum, har meginpartin av høvuðsungdómsvenjarunum kring landið, saman við U11-venjarunum, luttóku.

Á skránni vóru framløgur og kjak, og luttakararnir fingu eisini møguleikan at arbeiða í bólkum. Harafturat vóru tvær venjingar á vøllinum við U11-dreingjunum hjá FC Hoyvík, og U11-gentunum hjá Skála.

Líknandi tiltak var fyrr í ár í suðuroynni, tá Fótbóltsmennararnir hjá FSF vitjaðu FC Suðuroy, TB og Royn.

– Vit eru sera væl nøgd við uppmøtingina. Øll feløgini vóru umboðaði, og vónandi fer at bera til at hava fleiri tílík tiltøk framyvir, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Myndir: Hans Erik Danielsen