Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett liðið til UEFA Nations League dystin móti Kosovo. Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini hesaferð, í mun til teir fyrstu ímóti Aserbadjan

Klokkan fimm seinnapartin verður Tórsvøllur karmur um fjórða umfar í UEFA Nations League hjá A-landsliðnum við monnum. Mótstøðuliðið hesaferð er Kosovo, sum fyri einum mánað síðani vann 2-0 á Føroyum á Fadil Vokrri stadion í Pristina í Kosovo.

 

Men nú eru vit á heimavølli, og ætlanin er heilt greitt, at úrslitið hesaferð skal verða eitt heilt annað. Føroyska liði skal reisa seg eftir skuffandi tapið fyri Aserbadjan, og tað er eingin ivi um, at menn trúgva veruliga uppá, at tað letur seg gera.

 

Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og Lars Olsen, venjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari eru nú til reiðar at senda teir fyrstu ellivu á vøllin. Og í mun til byrjunaruppstillingina fyri trimum døgum síðani, eru tvær broytingar gjørdar hesaferð.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum byrja Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson Olsen, og í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Eykaleikarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Alex Mallemgaard, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Magnus Egilsson, Eli Falkvard Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen.

 

Umleið 500 atgongumerki eru eftir til dystin, sum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Eingin atgongumerkjasøla verður við dyrnar.