Enn einaferð hevur A-landsliðið við monnum sett Føroyar á heimskortið. Hesaferð vórðu turkar sendir av vøllinum við tapi í skjáttuni
——————
Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson gjørdu málini, tá A-landsliðið við monnum sunnudagin vann ein tepran, men samstundis sannførandi sigur á Turkalandi. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, eftir 0-0 í hálvleikinum.
Sum heild var føroyska liðið betri, og sigurin var eisini fult uppiborin. Gamaní trýstu turkar seinastu løtuna, men Teitur Matras Gestsson og verjan stóðu væl, og tískil var als ikki meir at koma eftir hjá gestunum.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Luksemborg 1-0 á heimavølli móti Litava. Endaliga støðan í bólkinum gjørdist harvið, at Turkaland endaði ovast við 13 stigum. Luksemborg gjørdist nummar 2 við 11 stigum, og á 3. plássi komu Føroyar við 8 stigum. Litava endaði aftast við einum stigi.
Næst á skránni hjá manslandsliðnum er lutakastið til komandi EM-undankapping, sum verður í Frankfurt sunnudagin 9. oktober. Síðan verða tveir venjingardystir í november. Í verandi løtu er greitt, at tann eini verður móti Kekkia mikudagin 16. november. Seinni venjingardysturin verður tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november, men hvat mótstøðuliðið verður, er ikki komið upp á pláss enn.
Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen