Tá Fótbóltssamband Føroya í morgin hevur aðalfund, er talan um eitt søguligt val. Fyri fyrstu ferð vera tríggjar kvinnur í starvsnevndini


Til forsetasessin stendur valið ímillum sitandi forseta, Christian Andreasen og John Eystberg. Til hinar tríggjar sessirnar eru fýra uppstillaði, Fríðin Ziskason, Jóannes Prestá, Róin Schrøter og Sólrun Hendriksdóttir Sørensen.

Sambært viðtøkunum hjá FSF skulu bæði kyn veljast, tískil verður Sólrun Hendriksdóttir Sørensen triðja kvinnan í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tað er fyrstu ferð í søguni hjá FSF, at tríggjar kvinnur eru við til at manna starvsnevndina. Hinar báðar eru Anja Rein og Maria Jóhannusardóttir Joensen.

Aðalfundurin verður tí ikki einans ein spurningur um leiðslu, men eisini ein dagur sum skrivar seg í søgubøkurnar og markerar kvinnuliga ávirkan í føroyskum fótbólti.

Aðalfundurin verður í morgin, leygardagin 8. mars klokkan 13:00 á Hotel Hilton í Havn.