Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum í kvøld klokkan 19:45 byrja á vøllinum móti Spania. Tríggjar broytingar eru í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti svium

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava nú kunngjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða, sum í kvøld klokkan 20:45 lokala tíð byrja inni í EM-undankappingardystinum móti Spania, sum verður á Estadio El Molinón í Gijón í norðurspania.

 

Venjararnir hava gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Svøríki farna hósdag.

 

Út eru farnir Árni Frederiksberg, Rene Shaki Joensen og Hørður Askham, og inn eru komnir Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal og Klæmint Andrasson Olsen.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen, og í álopinum vera Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð.

 

Eykaspælarar eru Kristian Joensen, Teitur Matras Gestsson, Andreas Eriksen, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Árni Frederiksberg, Meinhard Olsen og Patrik Johannesen.

 

Landsdysturin millum Spania og Føroyar byrjar klokkan 20:45 lokala tíð í Spania. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð. Væntandi verða umleið 22.000 áskoðarar til dystin.

 

Í 1997 spældu Spania og Føroyar undankappingardyst á júst sama stadion. Tá gjørdist úrslitið 3-1 til spaniólar. Føroyska málið skoraði Jens Kristian Hansen, tá hann beint fyri hálvleik minkaði um munin til 2-1.