Stephan Petursson, Georg Nolsøe Rasmussen og Jóhan Petur Michelsen hava fingið prógv sum dómaraeygleiðarar

——————

Farna hósdag tóku tríggir dómarar prógv sum dómaraeygleiðarar. Talan er um Stephan Petursson, Georg Nolsøe Rasmussen og Jóhan Petur Michelsen, ið allir hava drúgvar royndir sum dómarar ella hjálpardómarar.

Umframt royndir, verður eisini sett sum krav, at eygleiðararnir hava góðan kunnleika til fótbóltslógina, duga at samskifta, og vegleiða dómarum við hjálpa frá millum øðrum videoklippum.

Fyrr í ár vóru teir tríggir partur av Úrmælingaskeiðnum, har teir saman við dómarum og verandi eygleiðarum vórðu kunnaðir um lógarbroytingarnar og ymiskt annað.

Til fyrsta dystin hava nýggju dómaraeygleiðararnir ein vegleiðara, sum verður teimum hollur í ráðum, áðrenn teir kunnu metast sum fullgildigir dómaraeygleiðarar. Nú eru 13 dómarareygleiðarar knýttir at Fótbóltssambandi Føroya.

F.v.: Jóhan Petur Michelsen, Gerog Nolsøe Rasmussen og Stephan Petursson til próvtøku í FSF-húinum – Myndir: www.FSF.fo