Leygardagin varð skipað fyri samkomu á Hotel Brandan, har trettan nýggir venjarar – harav tríggjar kvinnur – fingu handað UEFA A venjaraprógv
– Tað er altíð við stórari gleði at vit senda nýfloygdar A venjarar víðari á teirra venjaraleið. Í hálvtannað ár hava tey arbeitt miðvíst við ymiskum uppgávum innan taktik, fysiologi og ítróttarsálarfrøði, umframt at vit eisini í hesi útbúgving hava havt stórt fokus á menningini av venjaranum á vøllinum.
– Ymsir undirvísarar hava givið íblástur, samstundis sum okkara egnu FSF vegleiðarar hava arbeitt eldhuga við at skapa bestu karmar fyri læring og menning. Nakað serligt við hesum A liðnum er, at heili tríggjar kvinnur vóru millum luttakararnar, so nú hava vit fimm kvinnur í Føroyum, sum hava UEFA A venjaraprógv.
Tað sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, og sum farna leygardag var við til at handa trettan nýggjum venjarum UEFA A venjaraprógv.
Tær tríggjar kvinnurnar, ið hesaferð stóðu royndina, og sum nú kunnu kalla seg UEFA A venjarar, eru Jakoba Langgaard, Heidi Lava Elgeirsdóttir og Rannvá Biskopstø Andreasen.
Afturat teimum fingu Ingi Arge, Christian Høgni Jacobsen, Poul N. Poulsen, Rúni Rasmussen, Jakob Skaaning, Ragnar Poulsen, Ken Fagerberg, Hans Andrias Olsen, Mikkel Richard Mortensen og Tóki Olsen eisini handað UEFA A venjaraprógv.
– Vit vóna og vænta at síggja hesar nýggju A venjararnar sum ein virknan part av fótbóltsføroyum komandi árini, har tey kunnu seta síni fingramerki á víðari menningina av føroyskum fótbólti, sigur Pætur Smith Clementsen.
Eftir ætlan byrjar nýtt UEFA A venjaraskeið í august mánað komandi ár.
Myndir: Bjarni Enghamar