Ógvusligur torusláttur hevði við sær, at Bjarki Danielsen tvær ferðir noyddist at steðga dystinum millum Ísland og Finnland, meðan dysturin hjá føroyska U17-landsliðnum als ikki varð settur í gongd

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM-kappingini, sum í ár er á Fyn í Danmark, skuldi upprunaliga spæla ímóti Norðurírlandi mikudagin. Men hvørki føroysku ella norðurírsku dreingirnir komu á vøllin.

 

Orsøkin var ógvusligur torusláttur, og tí avgjørdu donsku fyriskipararnir at útseta dystin í eitt samdøgur.

 

Toruslátturin herjaði eisini í dystinum millum Ísland og Finnland, har Bjarki Danielsen var dómari. Tvær ferðir mátti føroyski dómarin steðga dystinum orsaka av toruslátturi, men dysturin bleiv kortini liðugt spældur.

 

NM er eisini partur av dómarasamstarvinum millum norðurlond, og fyri Føroyar luttaka Bjarki Danielsen, dómari, og Jón Marni Johannesen, sum er hjálpardómari.