Arbeiðið, at leggja nýtt graslíki á Tórsvøll gongur væl, og væntandi verður nýggja undirlagið klárt at taka í brúk um eini tvær til tríggjar vikur
——————
5-1 sigurin hjá A-landsliðnum við monnum ímóti Liktinstein gjørdist seinasti dysturin á gamla graslíkinum á Tórsvølli. Í hesum døgum verður nýtt graslíkið lagt á vøllin, og um alt gongur eftir ætlan, kann nýggja undirlagið takast í brúk um eini tvær til tríggjar vikur.
Tað eru skjótt tíggju ár síðan, at grasið á Tórsvølli bleiv skift út við graslíki, og nú var tíðin komin at leggja nýtt undirlag á vøllin. Og umframt at skifta sjálvt graslíkið, er stoytdoyvingar-undirlagið, ið liggur undir sjálvum graslíkinum, eisini skift.
Nýggi vøllurin á Tórsvølli verður av álvara tikin í brúk á ólavsøku, tá HB spælir heimadyst í UEFA Conference League.
Graslíkið á Niðara vølli í Gundadali verður eisini skift í hesum døgum, og har er arbeiðið komið so mikið ávegis, at gamla graslíkið og stoytdoyvingar-undirlagið er tikið av, og síðan skal økið hampast og ruddast, nú tað hevur verið partur av byggiplássinum í samband við útbyggingina av Tórsvølli.
Væntandi verður arbeiðið, at skifta undirlagið á Niðara vølli liðugt um mánaðarskiftið juli-august.
Myndir: Hans Erik Danielsen