Tað endaði 1-0 til Lettland á Skonto Stadion í Riga týskvøldið. Avgerandi neyvleikin og neyðuga hepni var ikki við okkara monnum, og so stóðu vit eftir við ongum
Tað var bara eitt mál, ið skilti partarnar, tá føroyska manslandsliðið týskvøldið møtti Lettlandi á útivølli.
Lettlendingar komu á odda við máli sum Renars Varslavans skoraði í 64. minutti. Millum føroyingarnar var ein ávís ónøgd við málið, tí sjónvarpsmyndirnar vístu heilt greitt, at bólturin kom í armin á einum letta, áðrenn hann varð sendur í netið.
VAR dómararnir kannaðu hendingina nærri, men eftir eina lítla løtu var málið góðkent, og turru tølini á máltalvuni vístu, at heimaliðið var á odda 1-0.
Beinanvegin eftir leiðslumálið hjá heimaliðnum legði føroyska liðið nógva orku í at javna, men í avgerandi løtum var hepni ikki við okkara monnum. Lettlendingar høvdu eisini onkrar møguleikar at økja um leiðsluna, men Bárður á Reynatrøð stóð ein góðan dyst.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Norðurmakedónia 2-0 á heimavølli ímóti Armenia.
Um ein mánað er Nations League aftur á skránni. Hósdagin 10. oktober spæla Føroyar og Armenia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni koma lettlendingar á vitjan í Føroyum.
Myndir: Hans Erik Danielsen