Nú ber til at melda til Heilsufótbóltsdagin, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 17. mai (Dýri Biðidagur) frá klokkan 12 til 17. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á FSF.fo
Fríggjadagin 17. mai, Dýri Biðidagur, frá klokkan 12 til 17, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri Heilsufótbóltsdegi á Tórsvølli.
Tilmeldingin er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Skráin
12:00 – 13:00 Møguleiki at gera heilsukanning
13:00 – 14:30 Fótbóltskapping
15:00 – 17:00 Fyrilestrar
Tað er ókeypis at luttaka, og hendan dagin hava luttakararnir á heilsudegnum eisini ókeypis atgongd til svimjihøllina á Hálsi. Harafturat bjóðar FSF vatn, frukt og FIT.
Í samband við fótbóltskappingina verður kappast í tveimum bólkum, kvinnur og blandað (kvinnur og menn). Kappingarnar verða skipaðar á fjórðingsvølli, við fimm spælarum á hvørjum liði. Møguleiki verður at hava tveir eykaspælarar.
Fyri at taka lut í fótbóltskappingini, skal viðkomandi ikki hava tikið lut í landskappingini í fótbólti seinastu fimm árini.
Vinnandi liðið fær steyp til ognar, og atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Malta. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3.
Tað er tó ikki eitt krav til luttakararnar á heilsudegnum, at taka lut í fótbóltskappingini.
Tilmelding – Lið
https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843810/order/info
Tilmelding – Einstaklingar