Fyrst gjørdi hann sjálvmál, men so skoraði hann í rætta endanum, og gjørdi skaðan góðan aftur. Komandi fríggjadag fer Teit Jacobsen aftur á vøllin at umboða føroyska U21-landsliðið

– Tá eg gjørdi sjálvmál, føldi eg meg nokk so býttan. Bartal (Wardum, red.) stóð aftanfyri og rópti: ”lat hann fara”, tí bólturin hevði ikki fari í málið alíkavæl. Men tá var eg longu farin niður í taklingina, í eini roynd at bjarga støðuni. Ístaðin gjørdi eg bara støðuna nógv verri.

 

Soleiðis upplivdi Teit Jacobsen løtuna, tá hann eftir hálvan tíma í dystinum móti Georgia var óheppin og gjørdi sjálvmál. Tað gingu tó bara nakrir fáir minuttir, so hevði Teit gjørt skaðan góðan aftur, tá hann skoraði í rætta endanum, og økti um føroysku leiðsluna.

 

– Málið til 3-1 var ein deilig kensla og ein lætti. At skora fyri Føroyar er fantastiskt, og tað ætli eg mær so heilt sikkurt at royna aftur, sigur Teit Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin 10. november spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Póllandi. Dysturin verður á Tórsvølli, og bríkslaður í gongd klokkan 16:45. Undan dystinum eru póllendingar nummar 2 í bólkinum við 7 stigum, 3 stig fleiri enn Føroyar.

 

Teit Jacobsen, ið til dagligt spælir við danska Superligaliðnum Sønderjyske, væntar ein strævnan dyst, men trýr kortini uppá, at føroyska liðið kann gera okkurt við tað pólska.

 

– Eg veit at vit kunnu fáa eitt gott úrslit móti Póllandi, men tað verður torført. Um innsatsurin er 100 prosent og eitt sindur afturat, og vit tora at spæla bólt, so skulu vit nokk fáa eitt gott úrslit – heilt sikkurt, sigur Teit Jacobsen.

 

Teit Jacobsen iðrar seg, eftir at hava gjørt sjálvmál ímóti Georgia. Men góðar tíggju minuttir seinni skoraði Teit í rætta málið, og føroyska liðið vann til endans 3-1 – Mynd: Álvur Haraldsen