U19-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi. Mótstøðuliðið var Kekkia, sum vann 5-0

– At tapa 5-0 er sjálvandi ongantíð eitt gott úrslit, men vit møta einum sera góðum kekkiskum liði. Vit byrja væl, og fyrsta málið kom ikki fyrr enn eftir 23 minuttir. Í hálvleikinum var støðan 3-0, og vit kendu vit á okkum, at hetta var ein heldur stór leiðsla.

 

– Í seinna hálvleiki verður brekkan brattari, tá tær skora til 4-0, og ein av okkara fær reytt kort. Men tíbetur var reaktiónin hjá okkara spælarum góð, og tær stríðast alt fyri at fyribyrgja einum rættiligum skrædli. Gamaní taptu vit við fimm málum, men tað var hugaligt at síggja tann stríðsvilja, ið okkara spælarar vístu, so tapið ikki bleiv óneyðuga stórt.

 

– Sjálvt um innsatsurin var í lagi, so iðra vit okkum um, at vit ikki hava bóltin meira og megna at skapa fleiri kjansir. Men vit ráða ikki altíð yvir gongdini í dystinum, tá vit møta so sterkari mótstøðu.

 

Soleiðis sigur Pætur Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum mikukvøldið tapti 5-0 fyri Kekkia. Talan var um fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Vaasa í Finnlandi.

 

Hini bæði londini í bólkinum eru vertslandið Finnland og Litava. Og samstundis sum Føroyar spældu móti Kekkia, vann Finnland heili 9-0 á Litava.

 

– Nú hvíla vit og byrja at fyrireika okkum til dystin móti Finnlandi. Tær eru væntandi eitt sindur sterkari enn Kekkia, so okkara gentur fáa seg veruliga royndar, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroysku genturnar gera seg klárar til at dystast við Kekkia – Mynd: www.FSF.fo