Við sigri á B36 leygardagin hevur B71 tryggjað sær uppflyting til MeistaraDeildina hjá monnum. Sostatt verða sandoyingar aftur at síggja í fremstu røð komandi ár
——————
Fyri fimtan árum síðani var B71 partur av fremstu deildini hjá monnum. Men kappingarárið 2011 endaði við niðurflyting, og næstu árini livdu teir gulu og bláu eina tilveru í næstbestu og triðbestu deildini.
Men sum fráleið byrjaðu sandoyingarnir aftur at blanda seg upp í oddastríðið í 1. deild, og í gjár, leygardagin 29. august 2026 gjørdist greitt, at B71 flytur upp og fer at spæla í MeistaraDeildini hjá monnum í 2027.
Fyri mong í Sandoynni kennast orðini úr felagssanginum serliga røtt hesa løtuna. B71 er liðið, “ið gevur oss mót og mál”, og eftir fleiri ár við miðvísum arbeiði hevur felagið nú aftur stríðst seg fram í fremstu røð.
Sandoyar Ítróttarfelag, B71, sum varð stovnað 1. januar 1970, hevur eina stolta og ríka søgu, og sum sungið verður í fyrsta ørindi í B71 sanginum, “Liðið sum best av øllum er, í gulum og bláum, í fullari ferð. Spælir so vakurt og heldur málfest, Liðið B71!”
Frá miðskeiðis í 1980’unum gekk nevniliga við fullari ferð hjá B71. Í 1986 fluttu sandoyingar upp úr 3. deild – sum triðbesta deildin kallaðist tá – og bara tvey ár seinni høvdu teir eisini tryggjað sær uppflyting úr 2. deild.
Men størsta bragdið kom í 1989, tá B71 tók alt fótbóltsføroyar á bóli og vann føroyameistaraheitið í fremstu deildini. Enn meira merkisvert var, at liðið fór ígjøgnum alt kappingarárið uttan at tapa ein einasta dyst. Og í 1993 legði felagið enn eitt stórt steyp afturat savninum, tá B71 vann Løgmanssteypið.
Fyri tey mongu, sum hava fylgt B71 í bæði viðgongd og mótgongd, kennist uppflytingin sum eitt prógv um tað treysti og áræði, ið hevur eyðkent felagið. Tí kunnu sandoyingar nú aftur syngja við fullari styrki: “Tað er B71, ið gevur oss mót og mál”. Og tá síðstu orðini í felagssanginum ljóða, man ongin ivast: “B71 hevur treystið sítt bygt, vit hoyra heima har trygt”.
Frá komandi kappingarári verður tað aftur í fremstu mansdeildini í føroyskum fótbólti.
Hjartaliga tillukku við uppflytingini, B71.