Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at tríggir dystir, sum fyrr í hesum mánaðinum vórðu avblástir fyri veður, skulu spælast av nýggjum
——————
Mikukvøldið 3. apríl var fremsta kvinnulið hjá EB/Streymi á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík, har 1. deildardystur ímóti KÍ var á skránni. Men tá liðini skuldu út til seinna hálvleiki avgjørdi dómarin at slíta dystin.
So mikið nógvur kavi var lagstur á vøllin, at dómarin metti ikki at tað var spælandi. Støðan var tá 1-0 til heimaliðið.
Tríggjar dagar seinni, leygardagin 6. apríl, var aftur ótespiligt veður, og tað argaði serliga tveir fótbóltsdystir.
Við Løkin í Runavík møttust NSÍ og FC Suðuroy í 1. deild hjá monnum, og tá tíggju minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki varð dysturin floytaður av vegna veður. Støðan var tá 3-1 til NSÍ.
Nógvi vindurin gjørdi eisini um seg undir Mýruhjalla á Skála, har 2. deildardystur hjá monnum millum Skála og Víking var á skránni. Eftir 62 minuttir, við støðuni 5-1 til heimaliðið, varð dysturin avblástur.
Í lógarverkinum hjá FSF stendur:
Grein 34 / Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast aðalskrivstovuni, sum ásetur nýggjan dyst.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur viðgjørt omanfyri nevndu dystir, og niðurstøðan er, at allir dystirnir verða spældir av nýggjum.
Um feløgini semjast um nýggjan leikdag, skal hetta fráboðast aðalskrivstovu FSF’s innan 14 dagar. Um tey ikki semjast, ásetur aðalskrivstovan nýggjan leikdag.
Vert er at nevna, at dysturin í 1. deild hjá kvinnum millum KÍ og EB/Streym var spældur í gjárkvøldið, hósdagin 11. apríl. Úrslitið gjørdist 3-0 til KÍ.