Sviar lótu ongan iva verða um, at teir ætlaðu sær øll trý stigini á Tórsvølli hóskvøldið. Longu í steðginum var 4-0 til Svøríki, og so var alt avgjørt

Eitt sera væl spælandi svenskt landslið avgjørdi alt í fyrra hálvleiki, tá Føroyar og Svøríki spældu EM-undankappingardyst á Tórsvølli hóskvøldið.

 

Longu í steðginum var støðan 4-0 til Svøríki, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Alexander Isak skoraði til 1-0 og 2-0. Victor Lindeløf økti til 3-0 í 23. minutti, og tá fáir minuttir restaðu av fyrra hálvleiki skoraði Robin Quaison til 4-0.

 

Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið meir við í dystin, og spældi seg til onkrar góðar støður. Ta einu ferðina var nær við, men skotið hjá Sølva Vatnhamar bleiv heldur spískt, og so spurdist ikki meira burtur úr.

 

Næsti landsdystur er longu sunnudagin 8. september klokkan 20:45, tá Spania og Føroyar hittast á Estadio El Molinón í Gijón í Spania.

 

Tveir aðrir dystir vóru eisini í okkara bólki í gjár. Norra vann 2-0 á heimavølli móti Malta, og í Rumenia vunnu spaniólar 2-1.

 

Spania er fremst í bólkinum við 15 stigum. Svøríki er á 2. plássi við 10 stigum. Norra hevur 8 stig, og Rumenia hevur 7 stig. Malta er nummar 5 við trimum stigum, meðan Føroyar framvegis hava sítt fyrsta stig til góðar í hesari undankappingini.