Í summar kunnu vit gleða okkum til milda veðrið, nógvu frítíðina og so eisini spildurnýggja átakið Summarfótbóltur.


Summarfótbóltur er felagsheitið fyri eina røð av tiltøkum, sum FSF stílar fyri tvørturum alla summarfrítíðina. Átakið er sprottið úr einum ynski um at geva børnum og ungum fjølbroyttar og stuttligar møguleikar fyri at vera virkin í summarfríítíðini, tá skipaåa fótbóltsvirksemið vanliga liggur stilt.

– Vit hava nakrar ljósar og góðar vikur á hásumri, har nógv hava frí og hugurin til spæl og stuttleika kann setast í hásæti. Júst tað er andin í Summarfótbólti – tað er fjølbroytt, stuttligt. og spæligleðin hevur hægstu raðfesting, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots samskipari.

Hon vísir á, at hóast tiltøkini í Summarfótbóltinum eru sera ymisk og venda sær til fleiri ymiskar málbólkar, so gongur ein reyður tráður gjøgnum alt átakið.

– Felagsnevnarin fyri øll tiltøkini er, at vit hugsavna okkum um at hava tað stuttligt saman um ymiskar útgávur av fótbóltsspælinum. Luttakararnir fáa møguleika fyri at vera virkin, møta javnaldrum úr øllum landinum og gera sær nýggjar royndir við fótbólti, sum tey kanska ikki hava roynt fyrr, greiðir Christina frá.

Summarfótbólturin fevnir um trý ymisk tiltøk: fótbóltsdagar, fótbóltsstevnur og Disney Playmakers við Encanto.

Fótbóltsdagar: 25. & 26. juni á Tórsvølli. Fyri U9, U11 & U13 gentur og dreingir. Hvør aldursbólkur hevur tveir tímar hvønn dag við dygdargóðari venjing og smáum dystarspølum.

Fótbóltsstevnur: stevnurnar eru smærri “pop-up” tiltøk kring landið, har vit spæla dystir í ymiskum útgávum. Tú melda til sum einstaklingur og verður so bólkað/ur saman við øðrum luttakarum.

Skráin fyri stevnurnar:
9. juli: U9 á Skála
16. juli: U11 & U13 í Runavík
22. juli: U9, U11 & U13 í Trongisvági
31. juli: U9 í Hoyvík
6. august: U11 & U13 í Klaksvík

Disney Playmakers við Encanto: 3.-5. august á Tórsvølli. Fyri óroyndar gentur 7-9 ár. Tríggir dagar við stuttligum venjingum, góðum spølum og kreativum løtum, har vit spæla okkum gjøgnum søgugongdina úr Disneyfilminum Encanto. Playmakers er til gentur, sum ikki frammanundan hava royndir við fótbólti, ella sum ynskja eitt stuttligt og uppbyggjandi umhvørvi, har samanhald og lívsførleikar viga tyngri enn kapping.

Tilmelding til øll tiltøkini fer fram á http://www.fsf.fo/nethandil – gev tó gætur, at tilmeldingin til stevnurnar letur upp tvær vikur áðrenn hvørja stevnu.