Undirtøkan fyri Disney Playmakers hevur higartil verið góð, og í næstum fáa enn fleiri gentur í aldurinum 5-6 møguleikan at royna hetta heldur øðrvísi fótbóltstilboð


Fyrsta umfar av Disney Playmakers í Føroyum nærkast nú endanum. Føroyska útgávan av Disney Playmakers byrjaðu í Trongisvági og á Giljanesi í heyst, og í báðum støðunum eru tær nú næstan lidnar við søguna úr Disneyfilminum Frozen 2.

Disney Playmakers er eitt heldur øðrvísi fótbóltstilboð til gentur í aldurinum 5-6 ár, har tær gjøgnum 8-10 venjingar spæla søgugongdina úr Frozen 2. Talan er um øðrvísi fótbóltsvenjingar, har dentur hevur verið lagdur á rørsluførleikar, lívsførleikar og sosialar førleikar.

Undirtøkan í Trongisvági og á Giljanesi hevur verið góð, og í næstum fáa enn fleiri gentur møguleikan at royna hetta heldur øðrvísi fótbóltstilboðið.

Seinni í hesum mánaðinum verður Disney Playmakers eisini boðið út á Argjum (AB), í Sandoynni (B71), í Sundalagnum (EB/Streymur), í Fuglafirði (ÍF) og í Klaksvík (KÍ).

Tilbet at lesa meira um átakið og venjingartíðir her: www.fsf.fo/playmakers

Myndir: Hans Erik Danielsen