Hevur tú eisini hoyrt onkran tosa um Disneyfótbólt, uttan heilt at skilja, hvat tað er? Her svara vit tínum spurningum.


Higartil hava umleið 300 føroyskar gentur roynt vælumtókta Disneyfótbóltin, sum formelt ber heitið Disney Playmakers. Skoðsmálini eru avvbera góð, tá foreldur verða spurd í eftirmeting av átakinum; miðalkarakterurini millum føroysk foreldur er heili 4,7 stjørnur av fimm møguligum.

Tó eru framvegis nógv, sum ikki ordiliga vita, hvussu Disneyfótbóltur gongur fyri seg. Hetta royna vit at broyta við hesari greinini, tí vit ynskja at geva enn fleiri føroyskum gentum møguleika fyri at royna hetta frálíka tilboðið.

Hvat er tað? 
“UEFA Playmakers inspired by Disney” er eitt samstarv millum UEFA og Disney, sum fevnir um øll limalondini í Europa, har vit sameina søgur hjá Disney við rørslu- og bóltspøl, sum geva grundleggjandi førleikar og harvið eitt gott útgangsstøði til framhaldandi rørslu- og spæligleði.

Átakið er sniðgivið til gentur í aldrinum 5-9 ár og leggur dent á tey viðurskiftini, sum gransking vísir á sum avgerandi fyri hugin hjá gentum til ítrótt og rørslu. Eitt nú hava gentur í høvuðsheitum tørv á einum jaligum, uppbyggjandi og hugflogsríkum umhvørvi fyri at trívast og mennast, og tí fylla hesi viðurskiftini meira í Disneyfótbóltinum, enn til dømis kappingarhugur og dystarvenjingar. 

Fjølbroyttar rørslur, spæligleði og lívsførleikar eru í hásæti, tá genturnar eru til Disneyfótbólt – mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Hvussu gongur tað fyri seg? 
Eitt umfar av Playmakers fevnir um 8-10 venjingartímar, og tekur útgangsstøði í einari útvaldari Disneysøgu. Í løtuni hava vit tvær søgur á føroyskum: Frozen 2 og Encanto, og harumframt verður arbeitt við at føroyska fleiri søgur so hvørt, sum hesar verða framleiddar.

Í hvørjum venjingartíma spæla vit. okkum ígjøgnum ein kapittul av søguni, har genturnar liva seg inn í søgugongdina og eginleikarnar hjá ymisku persónunum í søguni – alt gjøgnum rørslur og bóltspøl av ymiskum slag. Til dømis eru vit sterkar sum Luisa og byggja eina brúgv við keylum, sum vit so reka ímillum, tá vit spæla byrjanina av Encanto.

Tiil hvørt umfar miðja vit eftir at bólka genturnar við í mesta lag 14-16 luttakarum tili í minsta lag tveir venjarar. Vit leggja dent á at hava fastar venjarar við viðkomandi vitan og royndum, fyri at tryggja gentunum eitt kent og trygt umhvørvi.

Eftir hvørja venjing fáa genturnar eitt pappír við ymiskum smáum uppgávum og tilvísingum til spølini, sum tær kunnu hava við heim og á tann hátt verður tilknýti skapt millum venjingina og heimið.

Hvat fáa genturnar burturúr? 
Tilboðið er sum nevnt sniðgivið og ment til gentur, sum ikki hava drúgvar royndir við fótbólti frammanundan. Sum útgangsstøði hava óroyndar gentur tí fyrstarætt til plássini, men royndirnar vísa eisini, at Playmakers styrkir hugin og ágrýtnið hjá teimum gentunum, sum frammanundan hava roynt fótbólt, uttan ordiliga at hava funnið fótafestið í tí enn.

Venjingartilfarið leggur dent á grundleggjandi rørslu- og bóltførleikar, umframt lívsførleikar, sum koma gentunum til gagns á lívsleiðini, og eftirmetingarnar frá foreldrum geva greiðar ábendingar um, at hetta sum heild eydnast væl. Niðanfyri ber til at lesa nakrar av viðmerkingunum, sum foreldur hava skrivað um átakið:

Fantastiskt tilboð. Dóttirin vildi ikki sparka áðrenn og fer nú glað til uttandura venjingar. Hon var so glað fyri hetta tilboðið”

Gleði, sjálvsálit og dirvi eru nakað av tí, sum genturnar fáa burturúr – mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Orduliga gott tilboð. Genturnar vóru rættiliga ótryggar í byrjanini, og vóru so líðandi tryggari at vera til fótbólt”

So gott. Henni dámdi ikki so væl fótbólt áðrenn, men Playmakers hevur gjørt, at hon nú oftari velur at spæla við ein bólt. Hon er nú byrjað at venja í einum felag, tað riggaði ikki so væl áðrenn”

Hetta er eitt so gott átak, ið er við til at kveikja áhugan hjá gentum sum mínari, ið kanska ikki hava sæð tað áhugaverda í fótbólti fyrr enn nú, tá man hevur gjørt tað leikandi og relevant”

Eitt fantastiskt tilboð fyri genturnar, dótturin er sum ein nýggj genta, vegna hon hevur fingið meira sjálvsálit”

Komandi umfar 
Í Føroyum hevur Disneyfótbólturin higartil verið skipaður sum innanduratilboð kring landið, men í summar hava 7-9 ára gamlar gentur møguleikan fyri at royna Playmakers við Encanto uttandura á Tórsvølli. Umfarið verður skipað yviir tríggjar dagar, 3.-5. august, har vit umframt venjingarnar á vøllinum, fara at hava kreativar løtur millum venjingarnar og enda við filmshugna, har genturnar hyggja eftir Encanto saman. Skrá fyri tiltakið og tilmelding er her: https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/3626633/order/info.