Fótbólturin fekk tríggjar heiðurslønir, “Ársins fyrimynd”, “Ársins átak” og Heiðursskjal Poul E. Petersen, á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipaði fyri leygarkvøldið

——————

Hotel Hilton Garden Inn var leygarkvøldið karmur um Ítróttafagnaðin 2021. Tað er Ítróttasamband Føroya, ÍSF, ið skipar fyri tiltakinum, har fimm heiðurslønir innan ítróttin farna árið verða handaðar, umframt at Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið.

Og fyri fótbóltin gjørdist talan um eitt gott kvøld á Hotel Hilton.

Brynjar Poulsen úr Hvalba fekk heiðurin “Ársins fyrimynd 2021”. Brynjar er høvuðsvenjari hjá Royn, og hóast hann ber brek, ið hevur við sær, at hann er partvís lamin í høgru síðu, venur hann øll liðini hjá fótbóltsfelagnum í Hvalba.

Í løtuni er Brynjar Poulsen í gongd við UEFA B-venjaraútbúgvingina hjá FSF.

“Ársins átak” fór til Fótbóltsskúlan við Stórá, sum TB skipar fyri. Talan er um tiltak, ið á hvørjum ári savnar nógvan ungdóm úr øllum landinum til nakrar stuttligar og mennandi dagar við Stórá í Trongisvági.

Tað var Allan Smedemark, ið vegna TB tók ímóti heiðurslønini.

Seinast á skránni á Ítróttafagnaðinum leygarkvøldið var løtan, tá Heiðursskjal Poul E. Petersen, ið verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið, bleiv handað. Og hesaferð var tað Jákup Mortensen úr Runavík, sum tók ímóti heiðursskjalinum.

Jákup Mortensen gjørdist virkin í NSÍ tíðliga í 70’árunum, og var ímyndin av fótbóltinum við Løkin í Runavík næstu nógvu árini. Hann var eitt tíðarskeið eisini formaður í felagnum, og er í dag heiðurslimur í Nes Sóknar Ítróttarfelag. 

Aðrar heiðurslønir, ið vórðu latnir, var “Ársins ítróttastjørnuskot”, sum fór til svimjaran, Elisabet Erlendsdóttir. Føroya Styrkisamband vann heiðurin “Ársins ítróttafelagsskapur”, og hondbóltsspælarin úr Hoyvík, sum í dag er yrkishondbóltsspælari í bestu deildini í Svøríki, Elias Ellefsen á Skipagøtu, vann heiðurin “Ársins ítróttanavn 2021”.

Fótbóltssamband Føroya ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðurslønunum, og blíðan byr framyvir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Brynjar Poulsen, ið fekk heiðurin “Ársins fyrimynd 2021” – Mynd: Ólavur Frederiksen
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og Allan Smedemark, ið vegna TB tók ímóti heiðurinum “Ársins átak 2021”, ið varð latið til Fótbóltsskúlan við Stórá – Mynd: Ólavur Frederiksen