Føroyar eru við í nýggju fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020, har kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020. Í næstum skulu føroysku eLandsliðsspælararnir finnast í kapping, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri
Nýggja fótbóltskappingin hjá UEFA, eEURO 2020, er ein eFótbóltskapping, har øll 55 UEFA-limalondini fara at dystast í telduspælinum eFootball PES2020. Kappast verður um at vinna europameistaraheitið í eFótbólti.
Føroyska undankappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappast tey sum eru 15 ár og yngri, meðan í eldra bólkinum kappast tey, sum eru 16 ár og eldri.
Í yngra aldurbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, meðan í eldra aldursbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, umframt eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini.
Freistin at melda til kappingina er í dag (sunnudagin 17. november), og samstundis kann staðfestast, at áhugin fyri kappingunum er stórur. Higartil hava yvir hálvthundrað boðað frá luttøku.
Føroyska undankappingin verður í tíðarskeiðnum frá 21. til 30. november 2019, og spælt verður í handlunum hjá Føroya Tele kring landið.
Meira kunning um kappingina og tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella við at trýsta H E R